Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
This page is not available in English

Viðgerð í Danmark

Ferðaseðil
Ferðaseðilin uttanlands og heimaftur fært tú ókeypis. Hjá børnum undir 18 ár fær annað foreldur somuleiðis ókeypis ferðaseðil.
Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum syrgir fyri tíni sjúklingaferð. 

Fylgjara við til sjúkuviðgerð
Sjúklingurin ferðast vanliga einsamallur til viðgerðarstaðið.
Um mett verður, at støðan hjá sjúklinginum av heilsuávum viðførur, at hesin ikki kann ferðast einsamallur, verður heilsustarvsfólk send við sjúklinginum sum fylgjara til viðgerðarstaðið.
Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann ein persónur- vanliga avvarðandi- verða ávístur at fara við sjúklinginum sum fylgjara. Les um hvørji viðurskifti gera seg galdandi her, sum heimila fylgjara, har sjúkrahúsverkið kann bera kostnaðin.

Sjálvboðin fylgjari
Sjúklingar kunnu tó altíð taka fylgjara við, og sjálvi bera kostnaðin. Í slíkum føri ber til at bóka ferðaseðil saman við sjúklinginum hjá Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum.
Til ber hjá sjálvbodnum fylgjarar at bóka bústað á Hotel Tórshavn, við sjálvi at seta seg í samband við sjúklingahotellið á tlf: +45 77336464.
Sí prísir fyri hoteluppihald á vinstra bredda undir hjá Hotel Tórshavn, ella longur niðri á hesari síðu.

Sí kunning her, við meiri nágreiniligari vegleiðing til sjúklingar, sum skulu í viðgerð uttanlands.

Atgongd til danskan sjúklingajournal
Undir viðgerð í Danmark, fært tú ein danskan sjúklingajournal, sum tú kanst fáa atgongd til umvegis www.sundhed.dk. Neyðugt er við einum donskum persónnummari (cpr nummari). Føroyska sjúkrahúsverkið syrgir fyri, at tú fær eitt danskt persónnummar, og setir seg í samband við teg um hetta innan fráferð. Hevur tú havt danskt persónnummar áður, fær tú somu tøl aftur.
Innritan á www.sundhed.dk krevur eitt Nem-ID. Hetta mást tú sjálv/ur fáa til vega í Danmark, við at fara til nærmastu Snarskivu (borgerservice) í býnum har viðgerðin fer fram, og hava pass ella annað ID dokument við. Neyðugt er at hava onkran við sum vitni, sum eisini skal hava ID pappír við, sum hevur persónnummar á. Tá tú hevur fingið eitt Nem-ID, ber til at innrita á tín sjúklingajournal á www. sundhed.dk. Til ber ikki at nýta Nem-ID, sum ein møguliga hevur fingið frá føroyskum banka, tí tað kann ikki brúkast í sjúklingahøpi. Spurningar um danskt persónnummar og Nem-ID kunnu setast Uttanlandstænastuni á Landssjúkrahúsinum.

FLUTNINGUR OG UPPIHALD

Frá bústaði/Landssjúkrahúsinum til Vágar
Landssjúkrahúsið endurrindar ferðaseðil svarandi til almennar takstir við Strandferðsluni frá bústaði og vestur í Vágarnar. Hetta merkir, at um ein t.d. brúkar bygdaleiðir, endurrindar Landssjúkrahúsið rutugjald frá buss steðgiplássi næst heimstaðnum til flogvøllin og retur. Er tørvur á øðrum flutningi skal hetta avtalast við Landssjúkrahúsið frammanundan.

Frá Kastrup Lufthavn til Ríkissjúkrahúsið
Sjúklingahotellið Tórshavn skipar fyri avheintan í Kastrup.
Um neyðugt er við koyring frá Kastrup beinleiðis til viðgerðarstað, skal hetta avtalast frammanundan við Uttanlandstænastuna.

Frá Kastrup ella Billund Lufthavn til onnur sjúkrahús í Danmark
Uttanlandstænastan skipar fyri ferðaseðli við toki ella bussi víðari til viðgerðarstaðið.
Sjúkrahúsini í Jyllandi og á Fyn hava øll sjúklingahotellir. Uttanlandstænastan bíleggur pláss til sjúklingin.
Les her um sjúklingahotell og uppihaldsstøð uttanfyri Keypmannahavn.

Sjúklingahotellið Tórshavn
Sjúklingahotellið Tórshavn er bústaður ætlaður føroyskum sjúklingum sum fáa viðgerð í Keypmannahavn og nærhendis, og avvarðandi teirra.
Starvsfólkini eru føroysk.

Kostnaður á sjúklingahotellinum
Uppihald og kostur á sjúklingahotellinum er ókeypis fyri sjúklingin. Ávístir fylgjarar skulu gjalda kr. 150 kr. um dagin fyri innivist við kosti, tó ongantíð meira enn 1.500 kr um mánaðin.
Onnur avvarðandi, sum ikki eru ávístir fylgjarar, kunnu búgva á hotellinum, um pláss er, við at rinda sambært yvirlitinum.

Kostnaðurin fyri uppihald fyri náttina er við kosti:
•Avvarðandi rinda 600 kr. fyri náttina, kostur íroknaður. Tó í mesta lagi 6.000 kr. um mánaðin.
•Børn frá 0 til og við 11 ár - ókeypis.
•Børn frá 12 til og við 17 ár rinda 300 kr. fyri náttina, kostur íroknaður. Tó í mesta lagi 3.000 kr. um mánaðin.
•Gestir sum ikki hava tilknýti til sjúkling rinda 700 kr. fyri náttina við morgunmati.

Les meira um sjúklingahotellið Tórshavn her, og í faldaranum Leiðbeining til sjúklingar, ið fara uttanlands til kanningar og viðgerð.

Flutningur uttanlands
Um tørvur er á flutningi millum Sjúklingahotellið Tórshavn og viðgerðarstaðið, skal avtalast við starvsfólkið á Sjúklingahotellinum um bílegging og endurgjald. Neyðugt er við kvittan.
Hýruvognur, sum ikki er bílagdur eftir avtalu við starvsfólkini, verður ikki endurgoldin.

Búgva hjá familju ella øðrum
Um tygum ynskja at búgva hjá familju ella øðrum, er eingin møguleiki at fáa endurgjald fyri hetta, heldur ikki fyri hýruvogn ímillum bústað og viðgerðarstaðið.
Endurgjald verður heldur ikki latið fyri uppihald á "Patienthotellet" hjá Ríkissjúkrahúsinum.

Sjúklingavegleiðing á Ríkissjúkrahúsinum
Føroyskur sjúklingavegleiðari á Ríkissjúkrahúsinum er Annika Weihe.
T-postur: annika.weihe.01@regionh.dk
Tlf. +45 5120 1399
Kontórið hjá føroyska sjúklingavegleiðaranum liggur í forhøllini, til vinstru frá høvuðsdyrnum.
Les um føroyska sjúklingavegleiðing her, umframt á heimasíðuni hjá Ríkissjúkrahúsinum.

Føroyskir sosialráðgevarar í Danmark
Í Keypmannahavn starvast tveir føroyskir sosialráðgevarar, sum kunnu veita sjúklingum og avvarðandi hjálp og vegleiðing í sosialum, fíggjarligum og persónligum spurningum.
Sum dømi, at:
upplýsa um rættindi hjá sjúklingum, hjálpa við at útfylla umsóknarbløð til sjúkradagpening, pensjón, heilvág, hjálpitól og líknandi, ringja ella skriva til myndugleikar í Føroyum, hjálpa við at kæra, ella at tosa um støðuna.
Sosialráðgevarnir eru at hitta í Føroyahúsinum og á Sjúklingahotellinum Tórshavn.
Eisini ber til at seta seg í samband við sosialráðgevarnar við at ringja til teirra, senda teimum ein teldupost ella eitt fax. Sí heimasíðu teirra her.

Heimferð
Um gjørligt verður heimferðadagur ásettur áðrenn fráferð úr Føroyum. Er ferðaseðilin opin, skal heimferð avtalast við Uttanlandstænastuna.

Frá Ríkissjúkrahúsinum til flogvøllin í Kastrup
Sjúklingahotellið Tórshavn vegleiðir og skipar fyri flutningi frá sjúklingahotellinum til Kastrup. Um neyðugt er við flutningi frá viðgerðarstaði beinleiðis til Kastrup, skal hetta avtalast við Uttanlandstænastuna.

Frá Vágum til busstaðin
Landssjúkrahúsið endurrindar ferðaseðil frá Vágunum til busssteðgipláss næst heimstaðnum.

Endurgjald
Tá tú ert komin heimaftur, skal tú senda ferðaseðlar/kvittanir við flutningsseðlinum til Fíggjardeildina á Landssjúkrahúsinum. Bókhaldið sendir tær peningin, ið lóg/kunngerð heimilar. 

At hugsa um innan fráferð
Áðrenn tú fer til Danmarkar er gott at hugsa um:
- sjúkraváttan til arbeiðsstað ella Almannastovuna
- útreiðslur, ið skulu gjaldast hvønn mánað, t.d. olja, SEV, termin, o.l.
- pass ella koyrikort (um tygum hava tørv fyri at fara í peningastovn)

Sí hentar adressur her.

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.