Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
This page is not available in English

Umhvørvið

Umhvørvið

Á Sjúklingahotellinum kunnu sjúklingar búgva, sum av føroyskum sjúkrahúsum verða sendir til kanningar ella viðgerð í Danmark. Avvarðandi kunnu somuleiðis búgva her.
Møguleiki er hjá øðrum ferðandi at búgva á Sjúklingahotellinum, tá pláss er.

Umhvørvið
Nýggja sjúklingahotellið í Venøgade 8 á Eysturbrúgv, sum vit fluttu inn í tann 20. juni 2012 hevur 4 hæddir og 55 kømør, harav 28 einkultkømur, 23 dupultkømur og 4 handicap-vinarlig kømur. Harumframt eru 5 íbúðir í ymiskum støddum til sjúklingar, sum hava tørv á at vera her í longri tíð.

Hotellið hevur vakurt uttandura umhvørvi við terrassu og spæliplássi, umframt svala á øllum hæddum.  

 undefined

Innrætting
Á 2., 3. og 4. hædd eru tekøkar við komfýri, ovni, køliskápi og sjónvarpi. Har er møguleiki fyri at gera sær ein drekkamunn ella annað.
Tekøkurin á 2. hædd er eisini innrættaður sum spælistova til børn.
 Á 4. hædd er eitt “stillarúm”, har møguleiki er fyri at fáa eina løtu í einsemi ella at fáa andaliga vegleiðing.

undefined

Um tú hevur hugskot til, hvussu Sjúklingaheimið kann gerast betri, so sig okkum frá.
Umráðandi fyri trivnaðin á Sjúklingaheiminum er, at umhvørvið er so heimligt og hugnaligt sum gjørligt. Vit vóna, at vitjandi saman við starvsfólki vilja vera við til at skapa hetta. 

Hiti, vatn, ljós og opin vindeyga
"Grøna avgjaldið" dýrkar nógv um hjá okkum og ger, at vit mugu ansa nógv betur eftir, hvussu vit fara um. Ansið eftir, at:
• vatnið ikki rennur óneyðugt.
• ljósið ikki brennur óneyðugt. Sløkkið, tá farið verður út av kamarinum.
• radiatorarnir ikki eru frá og vindeygað opið í senn.

Mannagongd við eldsbruna
Um eldur er í Sjúklingahotellinum, er umráðandi, at tú ikka missur tamarhaldið.
Húsið er innrætta við roykávararum og sprinklara-anleggi, sum meldar beinleiðis til Københavns Brandvæsen um eldur er í.
Sjúkrarøktarfrøðingur í vakt hevur neyðuga kunning um evakuerast skal, og kann vegleiða í hesum.

Lesi niðanfyristandandi, soleiðis at tú veitst, hvat gerast skal, um eldur kemur í.  

Um eldur er í, eigur at verða borið soleiðis at:
• Um brandalarmur ikki ljóðar, trýst á knøttin til okkara innanhýsis ávaringarskipan. Tað er ein lítil reyður kassi, sum er á hvørjari gongd.
• Ring 112, tygum kunnu ringja frá telefonboksini uttan pening.
• Fá fatur á starvsfólkunum. Um náttina svevur sjúkrasysturin á kamari 101 á 1. sali, hon hevur tele 433.
• Far út, nýtið trappurnar í hvørjum enda av gongini við kømurini og hurðanar út til terrassuna í stovuhædd. Grøn skelti vísa tær á neyðdyrnar.
• Tú mást ikki fara í lyfturnar.

Koyristólar og annað má ikki standa á gongini. 

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.