Nøgdsemiskanning fyrra hálvár 2015

1. JUNI 2015

Sjúklingahotellið hevur latið eina kanning gera, fyri at fáa eina støðumynd av tænastuni á staðnum.
119 fólk sum hava búð á Sjúklingahotellinum ávíst tíðarskeið í ár hava svarað spurningum um, hvussu tey eru nøgd við praktiska kunning, mat, reingerð, sjúkrarøkt v.m.

Yvirorðnaða úrslitið vísti høgt nøgdsemi við tænastuna. Møguleiki var fyri at koma við viðmerkingum til annað enn settu spurningar, og komu fleiri viðmerkingar til betringar innan ávís øki, sum Sjúklingahotellið hevur tikið til sín.
Til ber annars altíð at senda okkum rís ella rós á ls@ls.fo ella á info@hoteltorshavn.dk

 

Visión

Fá tað nýggjasta frá Landssjúkrahúsinum

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Hjá okkum er sjúklingurin í miðdeplinum.Vit veita virðiliga, skjóta, góða og samanhangandi sjúkugreining (diagnostikk), viðgerð, røkt, heilsufremjan og endurmenning í samstarvi við sjúklingin og tey, ið varða av.