Departments
International Service
Services for international patients living outside the Faroe Islands such as tourists, sailors and others
This page is not available in English

Andlát og jarðarferð

Andlát og jarðarferð

Lat aftur

Andlát og jarðarferð

Vís parkeringspláss
Vís steðgipláss fyri rørslutarnað
Vís busssteðgipláss
Vís taxasteðgipláss

Samband

Kapellið
Tel. 304580

Mánadag-fríggjadag
helst ímillum kl. 9.00 og 12.00

Vikuskifti
Vakthavandi sjúkrarøktarfrøðing
lokal 5888

Vegleiðing í samband við andlát á sjúkrahúsinum

Eftir andlátið
Eftir andlátið skulu avvarðandi seta seg í samband við Kapellið á tlf. 304580, helst ímillum kl 9 og 12 yrkadagar, og vakthavandi sjúkrarøktarfrøðing í viðkuskiftum/halgidagar á tlf 304500 lokal 5888.
Ynskja avvarðandi at síggja tann deyða, meðan líkið stendur undir børu, skulu tey seta seg í samband við viðkomandi deild og avtala tíð.
Avvarðandi skulu taka støðu til, um nakar skal síggja tann deyða í kistuni, og nær kistulokið skal leggjast á. Avvarðandi mugu sjálvi bíleggja kistu.

Kistuveitarar eru:
Hans Jakobsen tel 311690 og 218690
Herman Eysturoy tel 311723 og 511723 www.gravarhjalp.fo
Lív Clementsen tel 353637/299000 www.solsetur.fo
Sandavágs Timburhandil tel 332700
Harald S. Hansen tlf 513070/513031 www.seinastaheilsan.fo

Bønarhald
Ynskja tit bønarhald á Landssjúkrahúsinum, vendið tykkum til Kapellið tlf. 304580 yrkadagar millum kl. 9 og 12 og til vakthavandi sjúkrarøktarfrøðing í vikuskiftum/halgidagar lokal 5888.
Avvarðandi skulu sjálvi tosa við prest ella prædikufólkið, sum skal hava bønarhaldið.

Áðrenn lýst verður í útvarpi og bløðum, er tað umráðandi at avtala er gjørd við
- Landssjúkrahúsið um bønarhald í kapellinum
- Prest um kirkju ella meinigheitshús
- Gravara
- Líkbil
Umráðandi er, at bilurin er klárur, tá bønarhaldið er liðugt.
Brúk er fyri 6 berarum til kistuna.

Urguspælari
Tá sungið verður úr sálmabókini, hevur Landssjúkrahúsið møguleika at útvega urguspælara.
Um sungið verður úr øðrum songbókum, er vanligt at avvarðandi meinigheit sjálv útvegar urguspælara.
Í kapellinum eru Sálmabókin og Songbók Guds Fólks.

Blómuprýði
Um kistan skal prýðast við blómum, kann børuprýði bíleggjast frá einum av blómuhandlunum. Tey syrgja fyri at blómurnar koma í kapellið.

Fráboðan
Landssjúkrahúsið boðar myndugleikum og Skiftirættinum frá andlátinum. 

Tak niður faldaran Andlát á Landssjúkrahúsinum

Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01 Image 01

Vision

Get the latest news from Landssjúkrahúsið

J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
ls@ls.fo
Tel. +298 30 45 00
Fax +298 31 74 31
V-tal 345334
EAN5797100000058
Our aim is to offer the Faroese population and international patients a high quality health service in as many areas as possible. In those areas of health care where the hospital is not specialised, our aim is to offer patients the best possible treatment through close co-operation with other hospitals in the Nordic region.