Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Oksasteik, grønar smábønur, soðsós og epli. Fromasja við róma.



Eftir andlátið

Eftir andlátið skulu tygum ella annar avvarðandi seta seg í samband við Kapellið tlf. 304580 , helst ímillum kl  9 og 12 yrkadagar og  vakthavandi sjúkrarøktarfrøðing vikuskifti / halgidagar lokal 5888.

 

Síggja tann deyða

Ynskja avvarðandi at síggja tann deyða, meðan líkið stendur undir børu, skulu tey seta seg í samband við viðkomandi deild og avtala tíð í vanligari arbeiðstíð  8-15.

 

Tygum skulu eisini taka støðu til um nakar skal síggja tann deyða í kistuni, og nær kistulokið skal leggjast á. Avvarðandi mugu sjálvi bíleggja kistu.

Kistuveitarar eru:

Hans Jakobsen tlf. 311690 og 218690

Herman Eysturoy tlf. 311723 og 511723

Sólsetur v/Lív Clementsen tlf. 353637/299000 www.solsetur.fo

 

 

Bønarhald

Um tygum ynskja bønarhald á Landssjúkrahúsinum, má hettar gerast við at venda tygum til Kapellið tlf. 304580 yrkadagar millum 9og 12 og  vakthavandi sjúkrarøktarfrøðing vikuskifti / halgidagar lokal 5888.

 

Tygum skulu sjálvi tosa við prestin ella prædikufólkið,  sum tygum ynskja skal tosa á bønarhaldinum. Saman avgera tit, nær bønarhaldið  skal vera.

 

 


 

Áðrenn lýst verður í útvarpi og bløðum er tað  umráðandi at avtala er gjørd við

Landssjúkrahúsið  um bønarhald í kapellinum

       Prest um kirkju ella meinigheitshús

Gravara

 

Urguspælari

Tá sungið verður úr sálmabókini, hevur Landssjúkrahúsið møguleika at útvega urguspælara.

 

Um sungið verður úr øðrum songbókum, er vanligt at avvarðandi meinigheit sjálv útvegar urguspælara. Í kapellinum eru Sálmabókin og Songbók Guds Fólks.

 

Flutningur

Í Tórshavar kommunu og til bátarnar koyrir líkbilurin hjá Tórshavar Kommunu.

 

Øll uttanfyri Tórshavnar Kommunu syrgja sjálv fyri flutningi. Umráðandi er, at bilurin er klárur tá bønarhaldið er liðugt.

 

Brúk er fyri 6 berarum til kistuna.

 

Blómuprýði

Um tygum ynskja at prýða kistuna við blómum, kunnu tygum bíleggja børuprýði frá einum av blómuhandlunum. Tey syrgja fyri at blómurnar koma í kapellið

 

Fráboðan

Landssjúkrahúsið boðar myndugleikum og Skiftirættinum frá andlátinum.