TELEFONNUMMUR
Neyð og hjálp
112

Landssjúkrahúsið
304500

Læknavaktin
1870
Les meira



Vitjunartíð er millum kl. 15-16 og 19-20.

Finn deild

 

DAGSINS MATSKRÁ

Fiskafrikadella, remulátusós,brokkoli og epli. Omaná: Kaldasúpan v/kamarjunkarum.



19-01-2012
Inngongd til skaðastovu og læknavakt verður hereftir gjøgnum høvuðsdyrnar.Inngongd til skaðastovu og læknavakt verður hereftir gjøgnum høvuðsdyrnar
Frá mánadegnum 23. januar verða dyrnar til skaðastovuna stongdar fyri allari atgongd, og skulu hereftir bert nýtast til sjúkrabilar.
Sjúklingar til skaðastovu og læknavaktina á Landssjúkrahúsinum skulu nýta høvuðsdyrnar á sjúkrahúsinum.
Millum kl. 23.00 á kvøldi og kl. 6.30 á morgni eru innaru høvuðsdyrnar stongdar. Í hesum tíðarskeiði fæst beinleiðis samband við vakthavandi við at trýsta á klokkuna í gongini.
 
17-01-2012
Móttøka á Landssjúkrahúsinum.Móttøka á Landssjúkrahúsinum
Í samband við, at CT- og MR skannararnir og nýggj Sektiónsstova verða tikin í nýtslu, verður móttøka á Landssjúkrahúsinum, B1, til høgru frá høvuðsinngongini mikudagin 18. januar kl. 14:00-16:00.

Skrá:
Kl.14.00 Vælkomin, v/ Tummas í Garði, varastjóri
Karsten Hansen, landsstýrismaður í Heilsumálum
Regin Hammer, forstjóri, P/F Tryggingarfelagið Føroyar
Lena Anderssen syngur
Ewald Kjølbro, stjóri, Landsverk
Høgni Lauritsen, stjóri, Sp/f TG-Verk
Marius Rasmussen, leiðandi yvirlækni, Diagnostiski depilin
Kl. 14:50 Rundvísing
 
05-01-2012
Nýggj sjúklingatrygging komin í gildi.Nýggj sjúklingatrygging komin í gildi
Stutt fyri árslok kom ”lov om klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet” í gildi í Føroyum.
Nýggja sjúklingatryggingin fevnir um allar kanningar og viðgerðir, sum verða framdar av løggildum heilsustarvsfólkum. Hon fevnir eisini um øll viðgerðarstøð, har løggild heilsustarvsfólk starvast.

"Fyri sjúklingin er hetta eitt risafet. Heldur enn at fara tungu og kostnaðarmiklu leiðina gjøgnum rættarskipanina, hava vit fingið eina skipan, sum ger tað nógv lættari hjá sjúklinginum og eftirsitandi fáa endurgjald, um sjúklingur hevur fingið skaða av kanning ella viðgerð í heilsuverkinum. Hetta styrkir munandi um rættarstøðuna hjá føroyska sjúklinginum" heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
 
27-12-2011
Til lesandi - Ílegusavnið og Landssjúkrahúsið luttaka á Jobmatch 29. desember.Til lesandi - Ílegusavnið og Landssjúkrahúsið luttaka á Jobmatch 29. desember
Hevur heilsuverkið tín áhuga.?

Vit eru føroyska meginsjúkrahúsið, í stórari menning, har heilsufrøðilig gransking, trygd og dygd og samskifti eru í fokus.

Sí leinkju til Jobmatch :
http://www.jobmatch.fo/Default.aspx?pageid=4574
 
23-12-2011
Við bestu ynskjum um eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

Landssjúkrahúsið
 


Leys størv


Í serviðgerð uttanlands


  
Til føroyskar sjúklingar



Til føroyskar sjúklingar




Til Barnakonur